Góðu Føroyingar!!!

LUMPING. Lýsing í bløðum lovar føroyingum »stein og allan heim«, vilja teir gera íløgur í danskar ognir. Maðurin, ið stendur aftan fyri gyltu lyftini er svikari burtur av, og kriminalløgreglan í Tórshavn ávarar føroyingar ímóti at lata seg lumpa

Ikki færri enn 53 ferðir verður rópitekin(!) nýtt í hugfangandi danskari lýsing í føroysku bløðunum í hesum døgum. Og tað eru ikki hissini tilboð, talan er um.


Í lýsingini frá íløgufelagnum, DANICA/DEEFL verður mælt føroyingum til at gera íløgur í góðskugóðar danskar húsaognir. Rentan og lovaði kursvinningurin eru himmalhøg; rentan heili 31,2 % og skattafríi kursvinningurin 46 %. Besta av øllum er, at felagið leggur dent á, at neyðugt als ikki er at hava kunnleika til íløgur: »Alt verður lagt til rættis higani«, verður lovað í lýsingini.


Seldi veðbrøv úr fongsli


Maðurin, ið stendur aftan fyri hesi veruleikafjaru lyfti eitur í dag Claus Andersen, og hann er sera royndur. Sambært danska morgunblaðnum, Jyllandsposten, sum svikari. Longu í 1987 gjørdi hann um seg í danska fíggingarheiminum undir navninum, Einar Holm. Bústaðurin hjá honum um tað mundið, var ríkisfongslið, Søby Søgaard, á Fjóni, og haðani seldi hann virðisleys veðbrøv. Sambært egnum útsagnum, forvann hann eina millión ta ferðina.


Hátturin, nýttur verður til tess at lumpa góðvarnar sálir í Danmørk og Føroyum er hin sami hesaferð, verður sagt, og boðini frá donsku løgregluni eru púra greið:


? Ongin, ið sendir manninum pening, eigur at vænta sær at síggja aftur í halaferðina á nakrari krónu?


Claus Andersen sigur seg kunna veita fulla trygd við tinglýstum veðbrøvum í navni íleggjarans. Veðbrøvini eru eftir øllum at døma grundað á munin millum realkredittlán og almennu virðismetingingina. Ognirnar, ið maðurin, sipar til, eru í flestu førum hús, ið hann als onki eigur í, ella hevur nakað samband við yvirhøvur. Seta fólk seg í samband við mannin við tí fyri eyga at gera íløgur í ávísar ognir, biðjur hann bara fólk senda pening, og so skal hann »ornað rest«, og senda veðbrøvini einaferð seinni.


Latið vera?


Eftir øllum at døma eru tað bert løgfrøðiligt snildi, ið hesaferð ger, at Claus Andersen ikki verður handtikin og ákærdur fyri svik. Í tilfari, ið verður sent áhugaðum, stendur nevniliga, at felag hansara tilskilar sær rætt til at nýta íløgupeningin, sum tað vil.


Jens Jensen, vakthavandi á kriminaldeildini í Tórshavn, sigur, at løgreglan beinanvegin fer at nærlesa lýsingina, ið m.a. stóð á síðu 37 í Sosialinum leygardagin. Tað sum tykist vera áhugavert fyri kriminalløgregluna her heima er, um íløgufelagið hjá harra Andersen lovar ov nógv, ið tað ikki kann halda.


Ítøkiligu boðini frá Jens Jensen eru, at føroyingar fyribils eiga at halda seg langt burturi frá DANICA/DEEFL, og undir øllum umstøðum ikki senda tí eina krónu.


Sosialurin royndi til fánýtis at seta seg í samband við Claus Andersen, men ongin av teimum 4 telefonunum í felagnum varð tikin.