Á vetrartíð at sigla í so góðum veðri er ikki hvørjum manni boðið. Lagið er gott, hóast hvør krókur er upptinkin, og onkur hevði ynskst sær at havt eitt tvey- ella fýramannskamar, heldur enn at liggja niðri í »kjallaranum« á Nørrønu í smáum 9-koyggjukømrum, har tað er meira ljóðligt.
Veðrið er sum sagt gott og hevur verið tað leingi verður sagt av Norrønu. Søgurnar eru nógvar um, hvussu hesin og hasin eru komin til Norrønu í Esbjerg, heldur enn at flúgvan heim. Onkur sigst enntá at vera komin við taxa úr Holandi, tí hvørki leigubilar, tok ella bussar vóru tøkir.
Eisini ganga skemtisøgurnar umborð um allar tær »ónáðir«, sum íslendingar hava forovlt flog- og fíggjarheiminum: »we don´t want ach ? we want cash«!
Eisini eru gestir við frá 70 ár føðingardegi hjá drotningini, sum lata væl at.
Eftir ætlan leggur Norrøna at í Havnini kl 05.00 í morginárini.