Góð undirtøka fyri fólkafundinum í Hoyvíkshøllini

Fyrireikarnir av fólkafundinum, sum er í Hoyvíkshøllini hetta vikuskiftið eru væl nøgdir við undirtøkuna fyrsta dagin, har fólk kunnu uppliva at kjakast á ein øðrvísi hátt, enn tey eru von við, og har tey kunnu møta politikarunum andlit til andlit.

Fakfeløg, áhugafelagsskapir og hjálparfelagsskapir hava eisini básar á fólkafundinum, og meta fyrireikararnir at hesi hava fingið nógv burturúr at hava ein bás á fólkafundinum.

Portalurin hevur gjørt eina kykmyndasamrøðu við Jóhannes Miðskarð og Òlav í Geil Guttesen, sum eru stigtakarar og fyrireikarar av fólkafundinum. Kykmyndir av ymiskum básum, sum eru á fólkafundinum síggjast eisini undir greinini her.