GÍ í unglingafinaluni

Fótbóltur: Vunnu sera spennandi hálvfinalu móti KÍ, sum eina løtu var frammanfyri

Mánakvøldið vórðu seinnu hálvfinalurnar í unglingadeildini avgreiddar. Hóast tað í blaðnum í gjár næstan kundi sæð soleiðis út, at talan bara var um ein dyst ? tann millum tey bæði havnarfeløgini ? sum HB vann eftir javnleik, umdyst og brotssparkskapping ? so var ein ikki minni spennandi hálvfinala spæld í Gøtu.

Heimaliðið hevði betru útgangsstøðuna, tí teir vunnu tøttu uppgerðina í Klaksvík 1-0, men ein so tepur sigur er einki at dúva uppá, og tí var alt opið.

Hjá GÍ sat Súni Olsen uttanfyri tað mesta av tíðini móti Sumba sunnudagin, og hjá KÍ sat Rógvi Jacobsen uttanfyri tað mesta av tíðini móti VB. Í báðum førum var hetta fyri at spara stjørnuspælararnar á unglingaliðunum til mánakvøldið, og hetta boðar frá, at bæði í Klaksvík og í Gøtu varð stórur dentur lagdur á at røkka finaluni.

Gøtumenn drógu tað longra stráðið mánakvøldið. Teir vunnu 2-1, men tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at tað varð greitt, hvørt av liðunum skuldi í finaluna, sum sambært upplýsingum frá FSF verður á Svangaskarði mánadagin í komandi viku.

Tað var eitt sindur av vindi í Sarpisgerði, og gøtumenn høvdu í 1. hálvleiki fleiri vandamikil hornasparksinnlegg.

Men mál kom einki fyrrenn seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt. Tá skoraði KÍ, og so var javnt. Málið kom eftir hornaspark, og tað var U-16 landsliðsspælarin ? einasti dreingjaliðsspælarin á KÍ liðnum ? Jóannes L. Jacobsen, sum í 2. hálvleiki var á miðvøllinum í vinstru síðu, sum skoraði.

So gekk javnt á, men eftir at GÍ hevði javnað, noyddist KÍ at satsa. Útjavnandi málið skoraði Hans Pauli Petersen úr ellivu metrum. Uppspælið var í vinstru, har Dánial Pauli Dalbø og Súni Olsen stóðu fyri, áðrenn lagt varð út frá baklinjuni.

Sigursmálið fekk GÍ, tá tað restaðu tríggir minuttir. Dánial Pauli Dalbø varð feldur, og Súni Olsen var tryggur av brotssparksplettinum.

GÍ hevur áður havt góð unglingalið, men nú er langt síðani, at teir vunnu FM. Tað hava teir áður gjørt í 1976, 1977, 1985 og 1986.

HB er tað felagið, sum hevur vunnið flest FM heiti í unglingadeildini ? fjúrtan í alt ? og seinasta ferðin, HB vann FM í unglingadeildini, var í 1994, tá teir vunnu fyri triðju ferð á rað.

B36 og KÍ skulu spæla um bronsukrónurnar. FSF upplýsir, at hesin dysturin verður í Leirvík komandi mánadag.