Góður dagur í Gundadali

Kvinnur: Bæði HB og B36 vunnu ídag

Tað sær út til, at liðini í Gundadali, sum fyrstu árini tað varð kvinnukapping, plagdu at blanda seg í FM stríðið, nú av álvara hava fótað sær.

Tað sást í dag, tá ið bæði B36 og HB vunnu.

B36 hevði vitjan av EBS/Skála, sum noyddist úr Gundadali við ongum. B36 vann 1-0, og einasta málið skoraði Helena H. Johannesen sjey minuttir eftir steðgin.

Hetta var annars sigurin hjá B36 á rað. Fyrri sigurin var í fyrstu grannauppgerðini í ár ímóti HB.

HB tykist vera væl fyri. Í dag var HB í Klaksvík, har tað eydnaðist gestunum at vinna 2-0. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Málskjúttar vóru Heidi Sevdal í 63. minutti, og Rebekka Benbakoura, sum fýra minuttir undan leikloki staðfesti HB sigurin.

http://www.in.fo/myndasavn/