Í gjár kom fyrsti sigurin í hús hjá føroysku tennisspælarunum, Martin N. Simonsen og Nicholas Petterson.
Tað var ein sera javnur dystur ímóti parinum Matthews og Wilmott-Stanton frá Isle of Wight í tvímanskappingini endaði við 7-6 (7-5) 6-4 sigri til Martin og Nicholas.
Føroyska parið í tvímansleiki skal spæla ímóti Parker og Watkins frá Jersey í øðrum umfari, sum er eitt sera sterkt par.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Martin N. Simonsen fortelja um góða sigurin, sum kom til høldar í gjár.