Herfyri frættist um góðan fiskiskap norðanfyri. Á Eiði kom sera nógv upp á land, visti Svf at siga frá.
Í vikuni hevur eisini ligið væl fyri sunnanfyri. Beint fyri vikuskiftið kom Líðarbrøður úr Vági inn á Vág og avreiddi 115 sentnarar, harav tað mesta var góður og stórur toskur. Teir høvdu tá verið úti í 4 dagar.
Túrin frammanundan høvdu teir tað sama, men vóru bert úti í 3 dagar. Eisini aðrir bátar hava fingið heilt væl. Landað verður til Uppboðssøluna í Vági.
Líðarbrøður er 35 tons og 3 mans eru við. Ein sentnari er mát, nýtt sunnanfjørðs, og er tað sama sum 100 pund.