Góður fiskiskapur eystanfyri

»Sundaberg« hevur 600 tons inni í flaki eftir fiskiskap í 2 mánaðir

 

Ólavur í Beiti


Fiskiskapurin eystan fyri hevur verið rættiliga góður seinastu tíðina. Í nakrar dagar yvir 2 mánaðir hevur »Sundaberg« fiskað nakað yvir 600 tons, so talan hevur verið um rokfiskiskap hjá »Sundaberg«.

Tá ið vit høvdu stjóran í JFK Trol, Hanus Hansen, í telefonini, hevði hann júst tosa við »Sundaberg«, og sum skiltist, hevði ikki verið so nógv at fingið seinasta døgnið. »Sundaberg« tekur eini 900 tons.


Tvey loyvir

Síðan JFK Trol seldi »Skálaberg« til Grønlands hevur felagið tvey loyvir og bert ein trolara, so »Sundaberg« hevur nóg mikið av kvotu.

Skuldi staðið á at fiska kvotuna hjá »Sundaberg«, er »Sjúrðraberg« tøkur. Í løtuni fiskar »Sjúðraberg« rækjur á Flemmish Kap og hevði gott 300 tons í lastini.

»Enniberg« og »Akraberg« eru eisini eystanfyri.