Útróður
Sørvági:Teir hava fiskað væl vestanfyri í vetur. Útróðrarbátarnir í Sørvági hava ligið um eini tveyhundrað pund upp á stampin í meðal.
Mikudagurin var góður dagur hjá fleiri av Sørvágsbátunum. Ein avreiddi 7.000 pund, sum hann hevði fingið á 16 stampum. Ein annar fekk 7.000 pund á 28 stampum, og ein triðji hevði 4.500 pund á 15 stampum.
?Hasir eru helst í betra endanum, sigur Vinjard Joensen, sum tekur í móti fiski í Sørvági. Men eg meti, at fiskiskapurin hjá teimum liggur umleið tey tveyhumdrað pundini upp á stampin í meðal soleiðis yvirhøvur, sigur hann.
Hann letur at, at tað tykist vera fiskur allastaðni. Teir seta bæði norðanfyri og sunnanfyri, sigur hann.
Tað er blandað slag, teir fáa, og prísurin er við at koma seg nú, sigur Vinjard Joensen.
Toskaprísurin er í lagi, og hýsan er eisini við at dýrka eitt sindur nú. Hýsa eitt og tvey hevur hampiligan prís, meðan hýsa trý ikki er so væl fyri í so máta.
Vinjard Joensen veit um dømi fyri jól, har ein útróðrarbátur úr Sørvági mátti gjalda fyri at sleppa av við hýsuna.
Talan var gott nokk bara um eini hundrað pund ella so. Men báturin fekk rokning upp á einar hálvtfimtahundrað krónur fyri at senda hesa hýsuna inn á Toftir.
?Tað var sjálvandi nógv betri, at vit bara góvu Zarepta fiskin at gera frikadellur av, helt seljarin ta ferðina.
Tað er líkt til at fiskur er allastaðni. Eisini heilt inni á sjónum fáa bátarnir fisk. Soleiðis á gágguleið, sum tikið verður til.
Summir hava funnið út av, at fiskur eisini er at fáa inni á firðunum, og teir seta eisini línu har. Onkur er so innalaga, at hann setir innan fyri aliringarnar. Men tað gevur ikki somu nøgdirnar, sum úti á sjónum kortini, sigur Vinjard Joensen. Og honum dámar ikki hendan fiskin. Hann metir hann ikki sum søluvøru.
?Eg havi sagt teimum, at eg taki ikki í móti fiski, sum fiskaður er við aliringarnar, sigur Vinjard Joensen, sum rekur fiskamóttøkuna í Sørvági í samstarvi við Fiskamarknað Føroya á Toftum.