- Vit hava havt ein sera góðan fund!
Soleiðis tekur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, samanum fundin, sum var á Hotel Hafnia í allan gjár.
Talan var um stórfund um stórmál, tí hetta var ein fundur, sum av álvara skal seta skjøtil á arbeiðið at fyrireika ætlaninat gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Í hesum sambandi hevur landsstýriskvinnan boðsent øllum teimum, sum hava við tunnilsætlanin at gera, á ein tveir daga langan fund, sum skal kickstarta eina miðvísa fyrireiking.
- Vit hava havt ein sera konstruktivan fund og vit eru samd um, hvussu gongdin skal vera framyvir, segði Annika Olsen í stuttari viðmerking beint áðrenn fundurin byrjaði í morgun.
Samd um mannagongdina
Hon vil ikki fara í smálutir við samráðingunum, men hon sigur, at á fundinum í gjár samdust partarnir um, hvussu mannagongdin skal vera framyvir.
Og á fundinum í dag fara tey so at taka saman um.
Á fundinum hava tey mest tosað um tann løgfrøðiliga og tann fíggjarliga partin av verkætlanini og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at innlendismálaráðið og partafelagið, sum ætlar sær at gera tunnilin, skulu samráðast um tær nágreinligu treytirnar fyri loyvinum at gera tunnilin.
Í hesum sambandi hava tey tosa um, hvussu tunnilin skal rekast og røkjast og um, hvør skal hava ábyrgdina av hvørjum og, um, hvussu ætlanin annars skal skrúvast saman fíggjarliga.
Rundkoyring ella ikki
Hinvegin hava tey ikki tosað so nógv um tann tekniska partin enn, tí har eru ymisk viðurskifti, sum enn eru ógreið.
Eitt nú er tað ein spurningur um talan skal vera um eina rundkoyring á botninum á Skálafirði, so at greinar av tunlinum kunnu ganga haðani til Havnar, á Toftir og á Strendur, ella um tunnil skal koma upp á Toftum ella á Strondum, men at ein annar tunnil so verður gjørdur tvørtur undir Skálafirði.
Partafelagið, sum ætlar at gera tunnilin, hevur hugsað mest um eina rundkoyring, men tað eru tey á Landsverki ikki fegin um, tí tey halda, at fyri ferðslutrygdina á havsins botni er tað ikki besta loysnin.
Sjálv hellir Annika Olsen til rundkoyringina, tí hon heldur at tað er tann besta og ruddiligasta loysnin.
Nú hevur hon so biðið ein útlendskan ráðgevara siga sína hugsan og at siga sína hugsan um, tað ber til at hava eina trygga rundkoyring og um, hvat skal til fyri at røkka tí endamálinum.
Klárt í vár
Annika Olsen hevur ongantíð dult fyri, at hon hevur raðfest hesa ætlanina sera frammaliga og tað endurtók hon í Løgtinginum so seint sum farnu viku.
– Hetta er ein verkætlan, sum hevur rættiliga stóran týdning, tí hon fer at binda Føroyar saman og gevur sostatt stórar møguleikar fyri bæði vinnulívi og øðrum virksemi.
Og nú ætlar hon, at rættilig ferð skal setast á arbeiðið at fyrireika gera tunnilin.
Sostatt hevur hon ætlað, at farast skal undir ítøkiligar samráðingar beinanvegin. Og gongst sum ætlað, verða samráðingarnar lidnar í so mikið góðari tíð, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið í vár.
– Tað merkir, at samráðingarnar mugu vera lidnar í februar næsta ár, segði hon í tinginum í farnu viku.
Og hon sigur, at tað kom onki fram á fundinum í gjár, sum fekk hesa ætlanina at ridla.
Arbeitt verður eftir teirri tíðarætlan, at tann endaliga avtalan kann avgreiðast í Løgtinginum í vár og tá gongur ikki long tíð at tað er klárt at fara undir sjálvt arbeiðið, sum væntandi tekur trý ár.