Góður fundur við russar

Fundurin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevði við russar í Keypmannahavn fyrrapartin, eydnaðist væl Fundurin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum í dag hevur havt við russar, hevur kanska latið upp fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Rusland. Tað skrivar Dimmalætting.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, letur væl at fundinum við Viacheslav Georgievich Grushedskiy, sum er russiskt handilsumboð í Keypmannahavn. Við á fundinum vóru aðalstjórin í vinnuálaráðnum umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovu.

Partarnir samdust um, at Viacheslav Georgievich Grushedskiy skal seta seg í samband við russiska landbúnaðarmálaráðharran um at taka av innflutningsbannið úr Føroyum og fáa ein fund í lag millum ráðharran og føroyingar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal skriva russisku myndugleikunum bræv við frágreiðing um, hvat er gjørt á virkjunum, og henda frágreiðing skal vera liðug, áðrenn russiska eftirlitið kemur aftur á vitjan í februar.

-Tað avgerandi verður fundurin, sum vit vónandi fáa við russiska landbúnaðarráðgevan, sigur Johan Dahl við Dimmalætting. Hann beyð Viacheslav Georgievich Grushedskiy og hansara fólki at koma til Føroya at tosa um aðrar møguleikar fyri samstarvi.