Góður hýrur í Gundadali

Nógv fólk vitjaði fyrrapartin í Svimjihøllini í Gundadali, har 25 ára føðingardagurin varð hildin, og har tað í allan dag er ókeypis atgongd

SVIMJIHØLLIN 25 ÁR

Jan Müller

Longu væl áðrenn tað fór at lýsa í morgun, var stórur streymur av fólki í Svimjihøllina í Gundadali, og nógv fólk vitjaði allan fyrrapartin í høllini. Orsøkin var tann, at svimjihøllin í dag hevur 25 ára føðingardag.

Tað var 18. desember í 1982, at svimjihøllin varð tikin í nýtslu. Harvið fingu havnarfólk og øll onnur, sum hesi árini hava vitjað í høllini nógv betri umstøður til at svimja í, enn tey áður høvdu havt.

Í 1959 varð svimjihylurin í Gundadali tikin í nýtslu. Hann stóð har, sum badmintonhøllin nú er. Svimjihylurin var opin frá 2. páskadegi og út á heysti. Tá svimjihøllin varð tikin í nýtslu fyri einari fjórðings øld síðani, bar til at svimja undir taki, og tá bar til at svimja alt árið.

Talan var um velduga broyting, og fólkið hevur tikið væl undir. Umleið hálvt annað hundrað túsund vitja í høllini um árið. Tað vil siga, at higartil hava umleið 3,5 milliónir vitjanir verið í høllini.

Heri Lava Olsen, ið er leiðari og einsamallur eftir av teimum, sum eisini starvaðust í gamla svimjihylinum, tók saman við hinum starvsfólkunum ímóti í morgun. Tey, sum møta klokkan 6,45, tá ið høllin letur upp, fingu rundstykkir og kaffi. Seinni fyrrapartin var lagt um til tað, sum verður kallað brunsj.

Heðin Mortensen, býráðsformaður, heilsaði svimjihøllini og starvsfólkunum við stuttari røðu. Hann staðfesti, at svimjihøllin er stórt aktiv fyri býin og tey, sum búgva í høvuðsstaðnum og kring landið, og hann visti at siga, at tað ofta verður tikið til av fremmandum, sum vitja í høvuðsstaðnum og býráðið, hvussu væl høllin verður rikin, og hvussu hugaligt tað er at vitja í høllini.

Býráðið gav í føðingardagsgávu nýggjar møblar til kafeteriuna í høllini.

Lusiagongd

Morgunfrúurnar í Svimjihøllini eru tiltiknar, og hugtakið var eisini í gamla svimjihylinum. Í morgun høvdu morgunfrúurnar funnið upp á at ganga lusia. Tað var ein sera hugnalig løta.

- Hetta hava tær sjálvur funnið uppá, og tí, sum tær finna uppá, mugu vit boyggja okkum fyri, tí tað eru tær, sum bestemma í høllini, skemtaði Heri Lava Olsen.

Morgunmenninir, sum fyri tað mesta eru mannaðir við teimum, ið hava rokkið so mikið høgan aldur, at teir hava lagt dagsins arbeiði afturum seg, handaðu svimjihøllini eina gávu. Tað var ein baðivekt.

Millum tey mongu, sum vóru í høllini í morgun, var eisini Jóhan Norðfoss. Hann fór í starv í svimjihylinum í Gundadali í 1963, og hann starvaðist í Svimjihøllini í Gundadali inntil í 1990, tá ið hann legði frá sær fyri aldur.

Tað er ókeypis at svimja í Gundadali í dag. Høllin letur upp fyri almennari svimjing klokkan 15, og hon verður opin inntil klokkan 20.