Fiskaprísir
Góð 38, 6 tons av hýsu vórðu seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár.
Miðalprísurin á seldu hýsuni var 12,67, og tá er eisini tær smæstu støddirnar tiknar við í miðalprísin.
Miðalprísurin á hýsu 1 var 14,83, og á hýsu 2 var hann 13,41 kr. fyri kilo.
Fyri hýsu 3, sum størstu nøgdirnar eru av, var miðalprísurin 12,33 kr. fyri kilo.
Fyri hýsu 4 fingu skip og bátar 7, 87 kr. fyri kilo.
Mest og minst
Hægsti hýsuprísur á uppboðssøluni í gjár var 15, 90 og lægsti prísur var 6 kr. fyri kilo.
Fiskamarknaður Føroya seldi hýsu í gjár fyri tilsamans 489.144 krónur.