Fiskivinna
Garnabáturin, Nim, hevur landað 32.000 pund av havtasku á Tvøroyri hesa vikuna.
Á virkinum hjá Fiskavirking siga tey, at hetta er ein góður túrur.
Trolarin, Vesturskin, hevur eisini landað á Tvøroyri í vikuni; teir høvdu 120.000 pund av upsa.
Fiskavirking á Tvøroyri hevur eisini keypt nakað av upsa frá Bresti, sum landaði í Hvalba.
Møguliga verður onkur landing aftrat í dag ella í morgin.
Nógv arbeiði
Bjarni Hansen, virkisleiðari, sigur, at nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum, síðan gongd kom á aftur eftir nýggjár.
- Vit hava arbeitt hvønn dag, síðan vit tóku ímóti fyrstu lastini í hesum árinum, sigur hann.