Tað gekk sum eftir ánni hjá havnarmonnum, tá ið teir næstbestu hjá HB seinnapartin vóru í Leirvík. HB vann 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1.
Jóan Magnus Dalbø legði HB framum longu í 4. minutti, og tá ið eitt korter var farið, var støðan 2-0. Páll Holm Jacobsen skoraði seinna málið.
Hjartvard Hansen minkaði um munin stutt undan steðginum, og tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið Jógvan Andrias Nolsøe staðfesti HB sigurin, sum ber við sær, at HB er næstfremst í 1. deild við níggju stigum. Víkingur er á fimta plássi við sjey stigum.