Fótbóltslagið er gott í sunnara parti av Suðuroy. Felagsliðið hjá VB og Sumba fekk fult, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av uppflytarunum av Argjum. Tað var týdningarmikil sigur. Ofta hevur VB/Sumba byrjanin verið ikki serliga sannførandi, og tað hevur borið við sær, at liðið beinanvegin hevur kent trýst á sær og hóttan av niðurflyting.
Alt fólkið, sum var við til at vinna á AB, er tókt undan ferðini til Klaksvíkar í morgin. VB/Sumba vitjaði tvær ferðir í Klaksvík í fjør. Fyrru ferð taptu teir 3-0, og seinnu ferðina fóru gestirnir avstað aftur við 1-0 sigri.
Tað ræður um at halda tørn í verjuni sum longst. Um tað eydnast, so fer trýstið á heimaliðið at økjast, og so kann tað so væl koma fyri, at Birgir Jørgensen ella onkur annar fær møguleika fyri at gera mál í hinum endanum.
2. páskadag verður mótstøðan ikki minni ógvuslig hjá VB/Sumba. Tá fer B36 at vitja á Vágseiði, har árstalsfelagið seinnu árini hevur staðið seg rættuliga væl. Góð úrslit í fyrstu umførunum styrkja avgjørt sjálvsálitið á liði, sum er mannað við so nógvum ungum monnum, sum VB/Sumba er.
Í Suðuroy fegnast teir um, at tað tykist ganga væl í yngru deildunum hjá liðunum, sum eru samansett av spælarum úr allari oynni. Fegnast verður um, at bæði dreingjaliðið og smádreingjaliðið eftir fyrstu umførini eru fremst í landskappingini. Í staðin fyri at leggja rygg til keðilig tap, sum einstøku feløgini ofta áður hava gjørt, kennist tað hugaligt við góðum felagsliði at vera við, har tað er stuttligt at kappast. Tað birtir undir hugin at venja og dystast.