Góður januar mánaður

Skattainntøkurnar í januar í ár liggja áleið á sama støði sum í januar í fjør. Og tað er stór broyting í mun til november og desember í fjør

Hóast krepputekin síggjast allastaðni í samfelagnum við hópuppsagnum innan serliga tað privata, men eisini innan almennar stovnar – orsakað av sparingum – so royndist januar mánaði óvanliga væl hvat skattainntøkum viðvíkur.

Seinastu mánaðirnar í fjør minkaði skattainntøkan munandi í mun til somu mánaðir árið fyri. Í november í fjør minkaði skattainntøkan í mun til sama mánaða árið fyri við 8%, og í desember var støðan uppaftur nógv verri. Tá var skattainntøkan heili 22% lægri enn í desember 2007, vísa hagtøl hjá TAKS.

Aðrastaðni í blaðnum sæst, at arbeiðsloysistølini rúka upp, frá 261 í juni í fjør til 749 í dag, og smá 200 fleiri enn 4. januar. Kortini hevur skattainntøka fyri januar verið áleið hin sama – enntá 1% hægri – sum í januar í fjør.

Tað upplýsir Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Hann sigur, at avgjaldstølini ikki eru liðugt uppgjørd enn, men metingar siga, at hesi tøl ikki verða eins ljós sum skatturin.

- Vit vænta eina minking í inntøkunum frá mvg og øðrum avgjøldum. Hetta eru avgjøld sum stava frá forbrúkinum, og tað er okkara greiða meting, at hesin tølini fara at minka. Hvussu nógv ber ikki til at siga enn, men tølini verða klár seinni í vikuni, og tá ber betur til at meta um, hvussu inntøkurnar fara at broytast, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri í stuttari viðmerking.

Í hvussu er má tað metast rættiliga postitivt, at skattainntøkurnar hóast hóttafall allastaðni kortini vóru 1% hægri í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør.