Góður leygardagsfongur

Góður fongur til húsbrúks og balsam til likams og sálar.

Tað hevur ljóðað frá monnum, sum hava verið á floti, at lítil snellu-og snørisfiskur hevur verið at fingið seinastu tíðina.

 

Men, hjá onkrum ber til. Soleiðis var eisini í góðveðrinum leygardagin, tá vágbingurin í Saltangará, Eli Lassen, var ein túr á floti.

 

Henda túrin fekk hann tilsamans 46 fiskar, 20 gráar, sum hann sjálvur tekur til og 26 stórseiðir. Góður fongur til húsbrúks og balsam til likams og sálar í 27 fót stóra AWI bátinum henda dagin.