Góður møguleiki at sleppa undan verkfalli

Seinnapartin í dag hittast fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, saman við semingsmonnunum, at gera enn eina roynd at sleppa undan arbeiðssteðgi.

Tað skilst á lagnum, at hetta er síðsti møguleiki fyri at finna semju.

Men sum tað skilst a lagnum, eru eisini rættiliga góðir møguleikar fyri at fáa semju.

Keldur í fakfeløgunum siga fyri okkum, at partarnir eru samdir um lønarhækkingina.

Tað fæst ikki at vita, hvussu stór hon er, men hon er størri enn tey 0,85%, sum maskinmeistararnir fingu 1. oktober í fjør og aftur fáa 1. oktober í ár.

Tað, sum liggur í buktini fyri at semingsuppskotið kann skrivast undir, er, at Pedagogfelagið vil ikki góðtaka ávísar orðingar.

Eitt, sum Pedagogfelagið við hava broytt, er, at tey vilja hava betri tíð til fyrireiking. Men verður tann snávingarsteinurin fingin av vegnum, antin við at ganga felagnum á møti ella við at felagið slakar, er at kalla klárt at skriva undir, skilst.

Hini feløgini eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag og tey hava at kalla góðtikið semingsuppskotið og tað hava arbeiðsgevararnir eisini.

Eitt semingsuppskot lá annars á borðinum í fleiri tímar í gjárkvøldið, men at enda tóku semingsmenninir uppskotið aftur við teirri grundgeving, at onkrar “krúllur” vóru, ið skulu tillagast.

Tí fóru partarnir hvør til sítt klokkan seks í morgun, men skulu hittast aftur nú klokkan fýra.

Skuldi tað kortini endað við arbeiðssteðgi, so eru tað bara limirnir hjá Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum leggja arbeiðið niður beinanvegin, tí Lærarafelagið hevur ein høvuðssáttmála, sum sigur, at verkfall skal fráboðast við eini freist upp á minst einum mánað- til tann fyrsta í einum mánað og tí kunnu lærararnir í fyrsta lagi fara í verkfall tann 1. mars.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Pedagogfelagnum.