Tað verður lagt merki til avrikini hjá føroyska A-landsliðnum, sum í annaðkvøld spælir annan dystin í HM-undankappingini á útivølli ímóti Lettlandi. Dysturin byrjar kl.19.45 føroyska tíð.
Eftir 0-0 ímóti Ungarn fyrsta dystin, eru veddingarfyritøkur nú meiri varnar við at bjóða ov høgt odds upp á Føroyar. 65 veddingarfyritøkur bjóða odds upp á dystin, og miðaloddsið hjá teimum, umroknað til prosent, gevur eina góða meting av hvørjar møguleikar Føroyar hava í Riga.
Sambært miðaloddsinum upp á føroyskan sigur, sum er 6,30, so hava Føroyar umleið 15,9% møguleika fyri at vinna í annaðkvøld. Miðaloddsið upp á javnleik er 3,83, sum gevur umleið 26%. Verða hesi odds roknað saman, so er umleið 42% møguleiki fyri at Føroyar fær stig ímóti Lettlandi.
Tað slepst ikki undan, at Lettland hóast alt er favorittur. Sambært útrokningunum upp á javnleik og føroyskan sigur, so er upp ímóti 60% møguleiki fyri, at Lettland fer at vinna í annaðkvøld. Heilt einfalt merkir tað, at Lettland verður mett at vera ført fyri at vinna ímóti Føroyum eitt sindur oftari enn aðruhvørja ferð.
Trýrt tú upp á ein føroyskan sigur í annaðkvøld, so ber til at fáa pengarnar sjey ferðir aftur. Sportingbet, Totesport og víðagitna veddingarfyritøkan Bet365 bjóða nevniliga øll odds 7.00 upp á føroyskan sigur.