Í dag hevur ymiskt úr havinum verið selt á marknaðarplássinum í Vágsbotni, og væl verður latið at søluni. Tá Portalurin vitjaði niðri á marknaðarplássinum í Vágsbotni fyri løtu síðan, vóru kvinnurnar, sum seldu ymiskar fiskavørur fyri Sjógæti á Norðskála, mest sum lidnar at selja alt, sum tær høvdu við sær.
Á marknaðarplássinum var eisini maður, sum seldi turra grind, spik og ymiskt annað úr havinum.
Várið stundar til, og nú eru rogn eisini vorðin partur av útboðnum.
Tey, sum kundu hugsað sær ein góðan bita úr Vágsbotni nú seinnapartin, hava enn ein møguleika, tí enn stendur maðurin, sum hevur grind, spik og føroysk rogn í sínum vøruútboði.