Góður NSÍ-moralur

Runavíkingar stríddust allar 90 minuttirnar fyri sigrinum, og tað var meira, enn vertirnir úr Klaksvík gjørdu

Fótbóltur

Fótbóltslagið í Klaksvík er í botni í løtuni. Tríggir ósigrar á rað er ikki akkurát tað, sum viðhaldsfólkini eru von við, og helst skal leitast aftur til sera laka 1995, um ein tilsvarandi keðilig úrslitarøð skal finnast.
Men leingi tóktist tó, at talan als ikki skuldi gerast um triðja ósigurin á rað, tá NSÍ var á vitjan sunnudagin. Spælið hjá KÍ var kanska ikki tað besta, og fyri tað nógva varð miðvøllurin bara lopin um, tá verjan ístaðin sendi langt niðan móti áleyparunum, men hetta gav úrslit. Tvær ferðir slapp Julian Samuelsen - hevði fingið møguleikan í álopinum fyri frákoyrda Hjalgrím Elttør ? rætti maðurin á rætta staðnum, og hann var ivaleysur. Bæði eitt og tvey null til KÍ vóru úrslit av konsekventum avslutningum, tá mótstøðan ikki var nóg ansin, og so skuldi KÍ verið á sigurskós.

Góður moralur
Men runavíkingarnir vildu ikki gevast. Hóast spælið ikki var av tí poleraða slagnum, so hildu teir á fram í royndunum at stressa klaksvíkingarnar. Tað mundi eisini munað væl í so máta, at Christian Høgni Jacobsen við eini perlu bankaði bóltin í málið av brotsteigarmarkinum smáar tíggju minuttir fyri steðgin.
Hetta tóktist eisini geva gestunum neyðuga sálarliga sparkið, samstundis sum KÍ helst datt nakað aftur, og so var kósin løgd. Eftir steðgin gekk tað nevnliga fyri tað mesta ein vegin. Runavíkingar hildu á fram at trýsta, og áðrenn alt ov leingi fingu teir eisini lønina. Eftir frísparksinnlegg hevði KÍ-verjan trupulleikar við at rudda burtur, og so smekkaði Óli Hansen til, tá møguleikin beyðst.
Um nakað, so setti málið enn meira ferð á NSÍ. Teir spældu seg ferð eftir ferð oman móti KÍ-málinum, og mest av øllum, so var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn sigursmálið skuldi koma. Og hetta kom eisini, tá hálvleikurin var hálvrunin. Eftir uppspæl í høgru var Dánjal Hansen fyrstur á innleggið, og so var fagnaðurin á runavíkingum stórur.
KÍ fekk í evstu løtu møguleika at javna, tá Erling Fles varð sendur púra leysur móti málinum, men ógvuliga eyðkennandi fyri truplu støðuna hjá KÍ í løtuni, so sendi hann omanfyri.

Breiddin er í lagi
Sigurin var tann fyrst hjá NSÍ, síðani teir í fyrsta umfarinum vunnu í Gundadali. Tí var skilligt, at fagnaðurin var stórur, men umframt úrslitið, so høvdu runavíkingarnir eisini nógv annað at fegnast um.
Ikki minst, at teir tykjast hava ein hóp, sum er nóg breiður til at taka tey bakkøst, sum við vissu koma í einum longum og strævnum kappingarári. Hesaferð vóru hvørki Sjúrður Jacobsen, Gert Langgaard ella Ike við á liðnum, og tað eru leikarar, sum sjálvsagdur saknur er í. At liðið so kortini - og úr nærum vónleysari støðu ? megnar at venda einum dysti á útivølli móti KÍ ber boð um, at knotur eru í monnum.
Enn er talan eisini um nógvar dystir, sum eru eftir í kappingini, og tí kunnu runavíkingarnir eisini hava eina væl grundaða vón um, at liðið fer at klintra longur upp eftir talvuni.
Heilt so væl grundað man vónin hjá KÍ ikki vera í løtuni. Tríggir ósigrar á rað hava sett síni sjónligu spor, og tað skilst á øllum brøgdum, at viðhaldsfólkini eru meira enn ónøgd um avrikini. Ein sigur kann tó gera undurverk í so máta, og enn er KÍ heldur ikki heilt afturúrsiglt. Skal gongdin vendast, so krevur tað tó, at stór tøk verða tikin. Og tey mugu takast í felag, soleiðis at alt liðið verður drigið rætta vegin.