Góður og støðugur fiskiskapur

- Eg havi ongantíð áður verið við til at havt so javnan og góðan fiskiskap undir Føroyum áður, sigur Hjaltur Poulsen.

Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sigur, at hann ongantíð áður hevur verið við til at havt so javnan og góðan fiskiskap undir Føroyum áður, sum á seinasta túri, nú teir komu inn við meira enn fullum skipi. Hann sigur, at teir onkuntíð hava havt størri einstakar setur, men ongantíð áður hevur fiskiskapurin verið so javnan góður so nógvar setur á rað.

 

Skiparin vísir á, at saman við teimum á hesum seinasta túri fyri jól var ein maður, ið hevur fiskað við línuskipinum Mascot í 17 ár og annars hevur fiskað í eini 25 ár undir Føroyum. Hesin sigur júst tað sama, at hann ongantíð hevur verið við til so javnan og góðan fiskiskap undir Føroyum.

 

- Haraftrat kemur, at línuskip hava fingið fisk á nógvum ymiskum leiðum, bæði norðan fyri og sunnan fyri um somu tíð. Eitt annað, sum eisini er ógvuliga hugaligt, er, at talan er um fisk, bæði tosk og hýsu, í nógvum ymiskum støddum.

 

Hjaltur Poulsen vísir á, at teir á hesum túrinum dag um dag lógu millum 14.000 og 16.000 pund á setuna, sum má sigast at vera góður fiskiskapur. Teir vita eisini um onnur línuskip, sum um somu tíð sum Ågot hava gjørt bæði góðar setur og góðar túrar.

 

Tá vit í dag spurdu skiparan um lastina á hesum seinasta túrinum, segði hann, at lastin enn ikki er seld, men hann segði seg vóna, at bæði nøgd og prísur fara at hildnast. Hann vísti á, at prísurin hevur verið hampiligur, men hann segði seg eisini hava skilt, at prísurin hevur verið nakað fallandi.

 

Hjaltur Poulsen heldur, at væl er stúvað umborð, og tá teir góvust at fiska sunnukvøldið, høvdu teir fullar frystarar, umframt at frystur fiskur bæði var í agnfrystarínum og í frystarínum hjá kokkinum. Tí segði hann seg eisini vóna, at veiðan henda túrin kemur upp á eini 170 tons.

 

Henda túrin vóru tríggir ungir og óroyndir menn við Ågot, og manningin taldi tilsamans 13, sum ikki er stórt manningartal, tá fiskurin eisini skal frystast. Skiparin sigur, at allir tríggir eins og øll manningin umborð gjørdu eitt megnar arbeiði á túrinum.

 

- Verður tað soleiðis, sum tað hevur verið seinastu trý árini, verður loyst aftur 2. jólakvøld, tá kósin verður sett yvir á Flemish Kap og soleiðis, sum eg havi skilt, koma tveir av nýggju monnunum við yvir hagar eisini. Men, enn vita vit einki endaligt um, hvussu verður við Flemish Kap, sigur Hjaltur Poulsen við in.fo í dag.