Góður prísur fyri seyðin

Tað savnar bæði fólk og spenning, tá brundarnir úr ymsu hagapørtunum verða seldir í januar mánaði, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið í Nólsoy

Tað var lagt upp til stóran spenning, tá størsti hagaparturin í Nólsoy, Heimarahelvt, seldi seinastu verðagjólingarnar í gjárkvøldið.
Tríggir høvdu gingið eftir, men seyðamenninir fingu fatur á teimum um vikuskiftið, og sølan fór so fram í gjárkvøldið. Og lagt var upp til eitt sindur av spenningi, tí tað ljóðaði, at fimm mans vildu hava hvør sín, og tá bert tríggir vóru at kappast um, kundi uppboðssølan gerast spennandi.
Tí kendist tað eisini heldur undarligt, at fyrsti brundurin fór fyri bert 1500 krónur, og bert tveir mans bjóðaðu upp á hann.
Hinir báðir vóru tó prúðari, og gongd kom eisini á boðini. Fyrri endaði á 3000 krónum, meðan hin seinni fór fyri heilar 3800 krónur.
Uppboðshaldari hesaferð var røktingarmaðurin, Rene Hansen, og hann var væl nøgdur við prísin.
- Vit hava hildið ein meðalprís í ár upp á góðar 2700 krónur og tað er heilt væl. Undanfarin ár hevur besti meðalprísur ligið um tær 1700 krónurnar, so vit skulu ikki lata illa at, sigur Rene Hansen.
Hann sigur, at teir í ár hava havt 14 brunar í Heimaruhelvt, og teir eru allir seldir.
- Vit høvdu ein veturgamlan veðr og ein tværvetur gamlan, og teir fóru fyri ávikavist 3500 og 5300 krónur, sigu Rene Hansen.
Prísurin vísir, at áhugin fyri verðagjólingunum er stórur, og tað er væl, tí tað er fyri so vítt tað, ið hagapartarnir hava av inntøkum.
Tað má roknast við, at tað er áhugin í at hava seyð ið setur prísin, tí hesir verðagjólingarnir eru munandi dýrari enn íslandskjøtið, ið fæst til keyps í handlunum.
- Tað er nokk áhugin fyri seyðahaldi og so tað sosiala í tí at hava seyð, ið dregur, sigur Rene Hansen.