-Mangt bendir á, at ein góður árgangur av toski frá í fjør er á veg sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni við blaðið.
Tekin vóru til hetta longu í yngulkanningunum í fjørsummar, og tað sæst so eisini aftur í veiðuni í dag, har vaksandi tal av landaða fiskinum er toskur 5, og tað er undirmálsfiskur.
-Vit hoyra tað alla staðni frá, at tað er smáur fiskur at síggja, og tað er eitt gott tekin.
Hesin fiskurin er nóg stórur at koma inn í fiskiskapin til heystar.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at veiðan er so mikið høg í dag, at hon krevur eina góða tilgongd. Tí eiga vit at fegnast um, at tað kemur til aftur.
Haraftrat er so ótrúliga nógv av seiðamurti fram við landi. Uppá fyrispurning hvat ein kann lesa burtur úr tí sigur Hjalti í Jákupsstovu, at tað vita teir ikki, tí teir hava ikki havt umstøður at fylgja við, hvussu seiðamurturin útviklast. Hann kemur ikki inn í fiskiskapin, fyrr enn hann er 3-4 ára gamal. Av tí at hann er fram við landi at byrja við er tað so torført at gera kanningar.
Hjalti í Jákupsstovu sigur annars, at teir eru sera spentir um at kunna fylgja toska- og seiðamurtinum og vita, hvussu hetta tekur seg upp og í hvønn mun teir kappast móti hvørjum øðrum og eta hvønn annan og hvørt av sínum.
Uppá fyrispurning um tað er hitin í sjónum, sum er orsøkin til, at góðir árgangir nú eru á veg sigur Hjalti í Jákupsstovu, at tað er meira kompliserað enn so. Tað er nokk meira hvussu nógv tað rekur inn av atlantiskum sjógvi enn júst, hvussu temperaturin er. Har spælir so nógv inn, bæði vindur, steymur, hiti oa.
Verri við kongafiski
Eru góð tekin fyri toskin og upsan, so gongst verri við fleiri av djúpvatnsfiskasløgunum so sum kongafiskinum. Hjalti í Jákupsstovu sigur seg vera eitt sindur bangnan fyri kongafiskinum. Meðalveiðan minkar ár undan ári. Veiðutrýstið er ov nógv bæði hjá okkum og aðrastaðni. Talan er um felagsstovnar, sum allir troyta og so vita vit, at kongafiskurin veksur eisini spakuliga.
Fiskasløgini á djúpum vatni vaksa so seint, og tí tola tey so lítið av. Tað ræður tí um at vera varin.
Veiðutrýstið ov høgt
Hjalti í Jákupsstovu dylur ikki fyri, at fiskifrøðingar framvegis meina, at veiðutrýstið við Føroyar framvegis er ov høgt, soleiðis at skilja, at hetta krevur, at tað alla tíðina er stór tilgongd fyri at halda veiðuni. Hann leggur tó aftrat, at tað er eingin vandi á ferð sum so.
-Men tað er sum gamli Øregaard segði á sinni, at posamatur er ódrúgvur og skal ein bara liva av posamati av landgrunninum, so verður tað skjótt tómt.
Av øðrum fiskasløgum er at siga, at svartkjafturin er væl fyri, tí har eru tveir góðir árgangir inni. Men soleiðis sum bæði, norðmenn, ES skip, íslendingar og vit sjálvir - hava leikað í í fjør og sum tað sær út til, at vit aftur ætla at leika í komandi árini, so verður tað skjótt uppi við svartkjaftinum heldur Hjalti í Jákupsstovu.
Veiðan hevur verið uppi á eini million tonsum, men tað vardi eitt ár og reyk hon so niður um 500.000 tons fyri so at koma uppaftur á 600.000 tons. Fyri veiðuárið í fjør varð mælt til at fiska 640.000 tons, men fiskað eru meira enn ein millión tons av svartkjafti, og nógv av tí fiskinum er yngul ella smáfiskur.
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at vit hava givið øðrum loyvi at veiða svartkjaftin, tá vit ikki hava átt hann, tvs. tá eingin kvota hevur verið. Men hvussu tað verður, tá vit koma at eiga so og so nógv tons, verður spennandi at síggja, hvussu vit føroyingar fara at bera okkum at. -Tað er so lætt at býta tað ein ikki eigur leggur Hjalti í Jákupsstovu aftrat.
Hann vísir tó á, at samanumtikið eru bæði svartkjaftur, makrelur og sild væl fyri í løtuni. Men vit liggja so fyri, at vit hava tann størsta fyrimunin av, at allir hesir tríggir stovnarnir eru so væl fyri sum møguligt.
Sildin kemur ikki aftur av álvara, fyrr enn hon tekur uppaftur ta gomlu gongdina. Jú størri sildastovurin er tess størri møguleiki er fyri, at hann tekur ta gomlu gongdina aftur.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at vit vita ikki, hvat tað er sum ger, at sildin ferðast uppá ein máta nú og annan máta tá. Tað er so nógv í atburði hjá fiski, sum man ikki hevur innlit í, og hvat ávirkar. Tað kann vera ættarbreðgi, hitin í sjónum, streymur og vindur, tilgongd av føði oma. Í 50- og 60 unum vóru heldur ikki gjørdar so nógvar kanningar av hesum viðurskiftunum.
Taka vit samanum, so heldur Hjalti í Jákupsstovu, at 1999 sær ikki so galið út, hvat fiskastovnunum viðvíkur. Hvussu verður við prísinum er so ein heilt annar spurningur.