Góður smakkur kann menna føroyskt vinnulív

- Vit eiga ta bestu rávøruna, men vit gera alt ov lítið burtur úr við at vísa á tann góða smakkin, sigur Johan Mortensen. Hann er ein av stigtakarunum til Gastronomisk Akademi Føroya, sum verður stovnað í næsta mánaði.

Feløg av slíkum slagi eru kend í øðrum londum, men nú er túrurin so komin til Føroyar.
Endamálið við felagnum er at menna tann kulinariska ansin og at kveikja áhugan fyri føroyskum vørum og rávørum.
-Vit eiga eitt so ótrúligt tilfeingi, líka frá taranum í fjøruni til neytini í haganum. Men vit gera alt ov lítið við tað, sigur ein av stigtakarunum, Johan Mortensen.
GAF, sum felagið er stytt, er kortini ikki stovnað enn, men í næsta mánað er ætlanin at kalla inn til stovnandi aðalfund. Og so verður farið til verka.

Kjøt er annað enn kjøt
Í kvøld verður stóra tiltakið við føroyskum kjøti fyriskipað á Hotel Føroyum. Og er tað nakað sum Johan fegnast um, so er tað tann ovurhonds stóra undirtøkan til tiltakið.
Fyri Johan er hetta eitt tekin um, at fólk eru farin at geva okkara egnu rávøru ans, og fegin vilja fáa størri kunnleika til ta rávøruna, sum finst í okkara landi.
-At ein nú hevur sett sær fyri at vísa á, hvat skerpikjøt er, og hvat fæst burtur úr kjøti ? tað er sera positivt. Tí vóni eg eisini, at ein fer at halda fram við hesum.
-Hetta vísir eisini, at vit hava brúk fyri at koma saman fyri at tosa um føroyskan mat, og hvussu vit kunnu marknaðarføra hann í Føroyum og uttanlands, sigur hann, og leggur aftrat, at hetta tiltakið á hotellinum er eisini sprottið úr tosinum í GAF.

Gloyma smakkin
Endamálið við GAF er m.a. at tosa um, hvussu ein fær tann besta smakkin fram í føroysku rávøruni.
Tí undrar tað Johan eitt sindur, at smakkurin sjáldan verður havdur á lofti, tá tosað verður um føroyskt vinnulív.
Hann vísir til eina sera áhugaverda sending í útvarpinum mánakvøldið, har alingin varð viðgjørd upp og niður.
-Teir tosaðu um tons og krónur, og um vøkstur og dálking. Men eingin tosaði við einum einasta orði um smakkin.
- Tað var fyri mær, sum ein tosaði um nøkur byggielementir, og altso ikki um matvørur og smakk, sigur Johan.
Somuleiðis sær hann lýsingar við alskyns tilboðum, bæði um eitt og annað. Øll tosa bara um prís og prís, meðan smakkurin og dygdin ikki verður nevnd við einum einasta orði.
- Okkara ynski við felagnum er tí at tað kann vera við til at menna føroyskt vinnulív, eisini gjøgnum tann góða smakkin, sigur hann.
Ein bólkur hevur í eina tíð sitið og fyrireikað stovnanina, har bæði kokkar, fakfólk, rithøvundar og onnur eru við.
Í næstum verður farið til verka. Væl gangist, ella rættari: Væl gagnist!