Tónleikur í hásæti, gott undirhald og góður stemningur. Tað er tað, sum merkist umborð á Norrønum, nú hon hevur siglt í gott tvey døgn Dj?arar í heimsklassa og tveir av Føroya bestu tónleikarum eru við hendan tiltikna ungdómstúr hjá Norrønu, sum má sigast at hava eydnast avbera væl higartil.
Hóast gott 600 ung fólk eru savnaði umborð, so standa eingir trupulleikar av hesum. Fólk eru sum heild í góðum lag, og tað tykist, sum stuttleika ferðafólkini sær nógv.
Smyril Line avgjørdi áðrenn túrin at økja um trygdina, og harvið talið av trygdarmonnum umborð. Hetta hevur eftir øllum at døma sett støðið, tí ongar ósemjur hava stungið seg upp.
Umbering
Hóast kunngjørt áðrenn, so hevur tað av tøkniligum ávum ikki borið til at leggja myndirnar frá túrinum á planet. Myndirnar verða lagdar út í morgin seinnapart, tá Norrøna aftur er komin til Føroya. Seinni koma eisini kykmyndir frá túrinum á planet og portalin, og Rás2 fer at hava eina sending, ið fer at snúgva seg um ungdómstúrin, við samrøðum sum eru gjørdar umborð. Meira verður at frætta frá hesum seinni.