Fiskivinna
Hesin túrurin hjá Nærabergi, sum ikki er liðugur enn, byrjaði, 17. oktober.
Síðan byrjanina, hava tey útvið 80 fólkini umborð virkað næstan 600 tons av surimi og 300 tons av mjøli. Skipið var inni og bunkraði fyri góðum tveimum vikum síðan og hevur verið til fiskiskap síðan. Umhugsað verður nú at koma innaftur at bunkra fyrst í komandi mánaði, helst 4. desember, og síðani er ætlanin at royna eina tíð aftrat.
Betri slag
Sosialurin hevði Andor Isaksen, skipara, í telefonini sunnukvøldið.
Hann sigur, at tað hevur gingið betur, síðan teir vóru inni og bunkraðu seinast.
- Vit byrjaðu vestur av Skeivabanka, men hava seinastu tíðina roynt vestur ímóti
Íslandsmarkinum ? at kalla norðanvert vestur úr Mykinesi.
Andor sigur, at svartkjafturin hevur verið størri har vesturi, og fiskiskapurin hevur
verið betur.
- Eitt sindur hevur verið at fingið alla tíðina síðan 17. oktober, men meira er komið
burtur úr framleiðsluni, nú fiskurin í seinastuni hevur verið størri. Vit hava ikki havt fulla framleiðslu alla tíðina, men eru okkurt samdøgur komin uppí eini 40 tons av surimi. Tað er rímiliga gott.
Skiparin sigur, at tá ið nóg mikið hevur verið at fingið, og fiskurin hevur verið av tí
allar besta, hevur surimiframleiðslan okkurt samdøgur verið uppi á 60 tonsum, men tað er undantaki, og soleiðis hevur tað ikki verið hendan túrin.
- Vit eru nøgd, tá ið framleiðslan av surimi kemur upp ímóti 40 tonsum um
døgnið, sigur hann.
Skiftandi veður
Síðan Næraberg fór útaftur eftir bunkringina fyri stívliga tveimum vikum síðan,
hevur veðrið verið rættiliga skiftandi og meira at kalla ólagaligt, men tað hevur tó verið roynandi.
Høvuðsframleiðslan umborð á Nærabergi er surimi. Slógvið og tann smæsti fiskurin fer til mjøl.