Akustiskur tónleikur
Har vóru ikki meir enn eini 15 fólk í Kagganum, tá ið konsertin byrjaði, og tað gjørdi upplivilsi eitt sindur stívt. Peter Smith legði út. Hann syngur og spælir uppá kassagittar. Hann hevði tveir tónleikarar við sær. Ein gittarist, sum onkuntíð skifti gittaran út við ein bass, og so var eisini ein sum spældi uppá slagverk. Saman mannaðu teir eina akustiska trio. Teir spældu løg úr fløguni Wild Water, sum er nýggjasta útspælið frá Peter Smith.
Tónleikurin hjá Peter Smith kann lýsast sum ein samanrenning millum singer/songwriter og popp stílarnar. Tónleikurin er væl skrivaður, og tú hoyrir ógviliga skjótt, at maðurin so sanniliga er stílreinur. Har eru sera fá frávik frá tí trygga og reina, og tískil kann tað gerast rættiliga troyttandi at lurta ov leingi eftir Peter Smith. Tó var tað feitt at hoyra teir tríggjar spæla, tí teir eru góðir tónleikarar, og tónleikurin svingaði væl. Og tað er altíð ein fragd at hoyra væl svingandi tónleik. Tó vóru onkrir veikleikar í framførsluni. Tá ið gittarleikarin skifti gittaran út við ein bass, hoyrdi tú at hann ikki spældi so væl uppá bass. Og hetta darvaði framførsluna nakað. Hann hevði ein ringan tóna, og tað er spell, at hann skuldi spæla bass, tí tað gjørdi meiri skaða enn tað ið gott er.
242 krónur
Peter Smith framførdi væl, og hevði gott samband við áskoðarin. Hann greiddi skemtiliga frá um tað ferðina, hann fekk eitt bræv frá Danmark Radio. Í brævinum stóð at lesa, at lagið It´s a shame nú var spælt so nógv, at lagið nú var skýrt at verða ein sokallaður evergreen. Hesum vildi Danmark Radio heiðra Peter Smith við, og tískil sendi tey honum ein kekk uppá kr. 242.
Peter Smith spældi eina fína konsert, sum vísti okkum, at poppur ikki noyðist at vera lættur og bleytur tónleikur. Tó má eg siga, at tónleikurin var rættiliga vandaleysur, og onkuntíð meir ella minnið onkisigandi. Hetta kann eisini hava nakað við samansetingina av ljóðførunum. Her vóru ongi klaver, ongir el-gittarar o.s.fr. og tí gjørdist konsertin eitt sindur ov stív; eg saknaði dynamik í framførsluni. Hetta skal ikki skiljast so, at eg ikki haldi at akustiskir bólkar ikki kunna spæla dynamiskt, men Peter Smith & Co. megnaðu tað ikki heilt.
Sannførandi Deja vu
Eftir at Peter Smith hevði spælt komu Deja vu á pallin. Og lat meg bara siga tað enn einaferð, at eg eri ein Deja vu fjeppari. Hesa ferð stóð Rasmus, sum vit kenna frá bólkinum Makrel, saman við teimum á pallinum. Og tað er ein spennandi ífylla til ljóðið hjá Deja vu. Rasmus hevur eitt sermerkt og egið ljóð sum riggar væl til bólkin. Kanska spælir Rasmus enn ov nógv tað, sum aðrir gittarleikarar hava spælt saman við Deja vu. Men tó hoyrdi vit eina spennandi menning í tónleikinum, nú Rasmus hevur átikið sær leiklutin sum gittarleikari í bólkinum.
Fyrsta lagið teir spældu var If there is someone calling you, og hetta er eitt super tjekkað lag. Serliga er endin á lagnum einastandandi. Tað er ein rundgangur sum lyftir lagið upp á altjóða støðið. Hetta er akkurát tað, sum eg virðið so nógv við Deja vu - teir skriva sera sannførandi, og teir spæla tónleikin við eini feitari og deiligari innliving, soleiðis at tú hoyrir pínu, ónøgd og gleði í framførsluni.
Konsertin var deiliga intens, men hetta fekk ein bráðan enda. Eitt selskap uppá einar 20 mans kom inn, og hesir menn keyptu sær nógvar gulløl. Og tá freistast ein at staðfesta, at teir ikki vóru komnir fyri at hoyra góðan tónleik - heldur mundu teirra ørindi vera onkur onnur. Og enn einaferð mugu vit vísa á, at konsertir ikki eiga at verða darvaðar av fullum menniskjum, sum als ikki eru áhugaði í tónleikinum. Tað er ov langt úti, at vit ikki kunnu hava konsertir í støðum sum hava skeinkiloyvi, bara tí at nøkur ikki kunnu ásanna, at tey kundu ballast onkra aðrastaðni, meðan konsertin gongur fyri seg.
Feit løg
Generelt haldi eg, at Deja vu skriva feit løg. Og tað týdningarmesta er, at teir trúgva uppá tónleikin. Teir hava spælt saman í áravís, og teir halda fast í stílinum. Onkur løg eru sjálvandi betri enn onnur, men samanlagt halda teir eitt høgt støðið.
Lagið A place to stand on meti eg at vera eitt satt meistaraverk. Tá ið teir spældu lagið hóskvøldið, sløknaði menniskjan í mær, og eg droymdi meg burt saman við tónleikinum. Tað er soleiðis vit elska at hoyra og uppliva tónleik.
Deja vu spældu eina rættiliga góða konsert í Kagganum. Í onkrum løgum haldi eg, at teir átti at lagt seg eftir at fylt tónleikin meiri út, tí innímillum fekk eg eina kenslu, av at løgini innihalda meir, enn tað ið vit hoyrdu.