Góður túrur hjá Sjúrðarbergi

Eftir at hava verið burtur í smáar tveir mánaðir, kom Sjúrðarberg aftur leygardagin við nærum fullari last

Seinnapartin leygardagin kom Sjúrðarberg aftur av fiskiskapi við Svalbard, við 470 tonsum av avhøvdaðum og frystum toski.
Sosialurin hevur tosað við Hanus Hansen hjá JFK Trol.
Hanus sigur, at hetta var ein góður túrur hjá Sjúrðarbergi. Teir fóru avstað tann 28. mai og vóru aftur á Klaksvík leygardagin. Umframt at hava fiskað av pólskari kvotu, hevur Sjúrðarberg henda túrin lænt føroyska kvotu frá Sundabergi.
Lastin verður løgd upp í Klaksvík hjá Northern Fish Cold Storage.
Spurdur, nær Sjúrðarberg fer avstað aftur og hvaðar, sigur Hanus:
- Vit hava onkrar ætlanir, men tær ikki eru nóg ítøkiligar til, at eg kann siga nakað í løtuni. Sjúrðarberg fer í hvussu er ikki avstað aftur fyrrenn eftir ólavsøku.
Eftir hvat Sosialurin skilir, skal Sjúrðarberg á beding til vanligar umvælingar, áðrenn hann fer avstað aftur.
18 mans vóru við Sjúrðarbergi hendan túrin. Óli Sørensen av Viðareiði, Óli hjá Olevinus var skipari. Óli fer ikki við næsta túr; tá fer beiggi hansara, Eyðstein at føra skipi. Síðani Sjúrðarberg kom, hava brøðurnir skiftst um at ført trolaran.