Hópin av fólki hava vitjað í Klaksvík í dag, nú tað er ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóartunnilin.
- Í svimjihøllini í Klaksvík hitti tú næstan bert uttanbíggjarfólk ? eisini fólk úr Havn, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu. Sama er í handlunum.
Hann sigur, at hann spurdi eina famliju, sum var komin allan vegin úr Havn at svimja, hvar leiðin nú gekk?
- Niðan til Jórum at fáa okkum ein góðan drekkamunn, og so at hyggja í handlarnar. Tað er standard! Løgdu tey afturat.
Húsið hevur útikafé frá klokkan 19 - 01 við livandi tónleiki, nýbakaðum vaflum og heitum kakao.
? Og í Atlanis ber altíð til at síggja ein góðan film