Trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin hava gjørt góðar túrar og hava havt góðar sølur. Teir smærru trolbátarnir hava í seinastuni gjørt góðar túrar.
Á seinasta túri seldu Hansa Maria og Búgvin, sum eru heimahoyrandi á Toftum, fyri einar 350.000 krónur hvør.
Bátarnir høvdu út við 30.000 pund hvør, og størsti parturin av veiðini var havtaska. Prísurin fyri havtaskuna var út við 29 krónur fyri kilo. Teir høvdu eisini nakað av toski, upsa og longu.
Á Landingarmiðstøðini á Toftum vænta tey, at Hansa Maria og Búgvin koma innaftur at landa hósdagin í hesi vikuni - og fríggjadagin koma væntandi línuskipini, Eystnes og Kambur.