Góvu íslendsku kirkjuni pengar

Lutherska kirkjan í Amsterdam hevur sent íslendsku tjóðkirkjuni 5.000 evrur, sum hjálparstovnurin hjá kirkjuni skal brúka til at hjálpa íslendingum, sum hava tørv á hjálp.

Saman við pengunum hevur niðúrlendska kirkjan sent íslendsku kirkjuni eina fráboðan, har sagt verður, at kirkjan í Amsterdam hevur samhuga við íslendsku kirkjuni og íslendska fólkinum í hesum krepputíðum.

Lutherska kirkjan í Amsterdam sigur, at niðurlendingar hava ikki gloymt stuðulin úr Íslandi, tá næstan 2.000 niðurlendingar doyðu í einari herviligari vatnflóð í 1953.