Gávumildi Gaddafi

Tá fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Condoleezza Rice var í Libya í fjør, fekk hon fleiri gávur frá libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi Vælvitandi keldur siga, at Gaddafi helt nógv av Condoleezzu Rice, og millum gávurnar, sum hon fekk, var ein diamantringur og eitt hálsprýðivið einari mynd av Gaddafi.

Sambært skjølum, sum amerikanska stjórnin hevur almannakunngjørt, vóru gávurnar, sum Condoleezza Rice fekk frá libyska leiðaranum, verdar meiri enn eina millión krónur.

Condoleezza Rice fekk tó ikki gávurnar. Tær fær amerikanski staturin, tí tað er bannað embætisfólki hjá stjórnini at taka ímóti gávum frá útlendskum stjórnum, skrivar AP.