Gávuríkir brøður komu úr kamarinum

Brøðurnir Ólavur og Torfinnur hava spælt saman í nógv ár, men teir hava ikki verið hvønndagsgestir á føroyska tónleikapallinum. Leygarkvøldið sendu teir bólkin Gestir víðari í Prixnum

Ein nýggjur bólkur steig rættiliga inn á føroyska tónleikapallin leygarkvøldið, tá seinasta undanumfarið í Prixnum varð hildið í Fuglafirði.
Gestir hava spælt til onkra smærri konsertir, men nú royndu teir seg á Prix-pallinum, har nógv eygu og oyru eru vend í hesum døgum. Bólkurin legði fyri leygarkvøldið, og teir komu sera væl frá framførsluni, sum eisini bar teir fet víðari í kappingini, so at teir komandi leygarkvøldið verða við í hálvfinaluni í kappingini.
Bólkurin spælir sveimandi rocktónleik, sum roynir at ganga nýggjar leiðir ? í øllum førum, tá ið tað snýr seg um føroyskan tónleik ? og so syngja teir eisini á føroyskum.

Heimabryggj
Sentralu tónleikararnir í bólkinum eru brøðurnir Ólavur Hansen og Torfinnur Jákupsson.
21 ára gamli Ólavur er sangari og spælir gittar, meðan 19 ára gamli Torfinnur spælir gittar. Teir hava spælt nógv saman, men teir hava verið lítið frammi.
? Vit hava fyri tað mesta spælt heima. Tað hava vit gjørt í nógv ár nú. Vit hava skrivað løg og tekstir, og tað eru komið nógv tilfar burtur. Nakað av tí brúka vit nú í Gestir, sigur Torfinnur.
? Vit hava tikið okkara løg og yrkingar við til bólkin, og so hava vit sett sangirnar saman í felag.

Serligt samband
Knút Eysturstein, sum spælir ljómborð í bólkinum, heldur, at teir báðir høvuðsmenninir í bólkinum hava eitt serligt samband.
? Teir hava spælt nógv saman, og tað ger, at teir skilja ómetaliga væl hvønn annan. Teir hava ikki brúk fyri at tosa so nógv saman, teir situr bara hjá teimum, sigur hann.
Ólavur og Torfinnur hava ikki verið sjónligir á føroyska tónleikapallinum, men tað er ivaleyst broytt nakað eftir leygarkvøldið, tá ið teir vóru drívmegin í eini frálíkari framførslu.
? Vit hava ikki spælt so nógv alment, men nú verður tað vónandi til meira. Tað gekk væl hjá okkum í kvøld, og nú fara vit at venja fram ímóti seinasta umfarinum, segði Torfinnur eftir kappingina leygarkvøldið.
Og brøðurnir og hinir í bólkinum vera vónandi afturvendandi gestir á føroyska tónleikapallinum komandi tíðina.
Leygarkvøldið fara teir í øllum førum at kappast um seinasta finaluplássið í Prixnum.