Gaddafi lýsir aftur vápnahvíld

Uttanríkisráðið í Libya kunngjørdi seinnapartin, at stjórnin hevur lýst vápnahvíld í býnum Misrata, sum er nakað eystan fyri høvuðsstaðin Tripoli. Fyrr í dag søgdu uppreistrarmenninir, at teir høvdu tikið partar av býnum. Almenna tíðindastovan Jana bar eisini tíðindi um bardagar, mar har varð sagt, at stjórnarherurin var givin við at skjóta eftir yvirgangsbólkum.

Fyrr í dag segði stjórnin hjá Muammar Gaddafi, at herurin hevði fríað Misrata, og ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar viðgekk, at stjórnarherurin hevði tikið vestara part av býnum.

Altjóða hjálparfelagsskapir hava sagt seg stúra fyri støðuni í Misrata, sum er triðstørsti býur í Libya, og ein av leiðarunum fyri Reyða Krossi í Libya, Simon Brooks, sigur, at støðan í býnum er álvarssom.