Uppreistrarhermenn hava í nátt tikið stórar partar av libiska høvuðsstaðnum, Tripoli.
Hetta er hent uttan stórvegis mótstøðu, og arabiskir miðlar vilja verða við, at gjøgnum seinastu vikuna hava fleiri loyniligir fundir verið millum uppreistrarleiðarar og leiðandi generalar í stjórnarherliðunum, og at hetta ger, at fleiri av libysku herliðunum hava lagt vápnini uttan stríð. Tað sigst, at bert leiguhermenn úr øðrum afrikonskum londum enn eru trúgvir mótvegis Muammar Gaddafi.
Ein sonur Gadaffi, Saif al-Islam, er fangaður, og elsti sonur hansara hevur yvirgivið seg.
Uppreistrarherliðni hava nú ræðið á umleið 80 prosentum av Tripoli, harímillum eisini tað kenda Grøna Torgið, sum er sera týðandi hjá Gaddafi. Tað er har, hann hevur hildið sínar stóru politisku røður, tað er har hann hevur havt hernaðaruppvísning og tað var har, at hann í 1969 kunngjørdi sína "republikk" eftir kvettið.
Eingin veit enn, hvar Gaddafi er. Summi siga, at hann enn er í Tripoli og goymir seg í bunkarunum undir "borgini" hjá sær. Aðrir miðlar siga, at hann er á markinum millum Libia og Algir, men Algir hevur í nátt boðað frá, at Gaddafi ikki er vælkomin inn í landið.