Gaddafi nærkast Benghazi

Uppreistrarmenninir har eysturi í Libya biðja altjóða samfelagið um hjálp, nú herurin hjá Muammar Gaddafi hevur tikið fleiri býir, sum uppreistrarmenninir hava havt ræði á. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at deildirnir hjá Gaddafi hava tikið býin Brega, og at tær nú taka seg fram ímóti býnum Benghazi, sum er høvuðsbýur hjá uppreistrarmonnunumn.

-Í roynd og veru ber ikki til at tosa um nakran veruligan uppreistur longur, sigur uppreistrarmaðurin Nabeel Tijouri við Reuters. Hann og hansara felagar noyddust í dag at flýggja úr Brega, tá hermenninir hjá Gaddafi tóku býin.

-Fyrst máttu vit fara úr Ras Lanuf, í dag mistu vit Braga, og týsdagin stendur Benghazi fyri skotum, sigur Tijouri.

Útlendskir tíðindamenn, sum eru í Benghazi, siga, at fólk hava stúra fyri, hvat fer at henda, um hermenninir hjá Gaddafi taka býin. Flest allir Benghazi-búgvar hava tikið lut í mótmælunum ímóti einaræðisharranum, og nú stúra tey fyri hansara hevnd, um herurin tekur býin.