Gaddafi sent flogfør ímóti mótmælisfólki

Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, ætlar sær ikki at slaka fyri mótmælisfólkinum við góðum, og nú hevur hann givið stríðsflogførum boð um at skjóta eftir teimum mótmælandi. Arabiska sjónvarpið Al-Jazeera sigur, at flogfør hava skotið eftir mótmælisfólki í høvuðsstaðnum Tripoli.

-Hetta er ófatiligt. Stríðsflogfør og tyrlur bumba eitt stað fyri og annað eftir, og alt tykist vera púra tilvildarligt. Nógv fólk eru deyð, sigur eitt eygnavitni í Tripoli við Al-Jazeera. Aðrar tíðindastovur hava ikki vgáttað tíðindini.

Harafturímóti hava fleiri tíðindastovur borið tíðindi um, at í hvussu er tvey libysk stríðsflogfør hava sett seg á Malta. Sambært Reuters hava flogskipararnir sagt, at teir høvdy fingið boð um at skjóta eftir mótmælisfólki, men at teir vildu ikki gera eftir boðunum og valdu at fara til Malta ístaðin fyri.

Libyski sendiharrin í ST hevur í kvøld mælt Muammar Gaddafi til at leggja frá sær, og tað hava fleiri av landsins diplomatum í útlondum gjørt.