Arabiska sjónvarpið Al-Jazeera veit at siga, at eitt libyskt flogfar er komið til egyptiska høvuðsstaðin Kairo við serligum boðum frá Muammar Gaddafi. Sambært Al-Jazeera var ein serligur sendimaður hjá Gaddafi í flogfarinum, og hann skal lata egyptisku myndugleikunum eini serlig boð frá einaræðisharranum.
A-Jazeera sigur, at trý privatflogfør hjá Gaddafi fóru á flog av einum hernaðarflogvølli uttan fyri Tripoli fyrrapartin. Eitt teirra fór til Kairo. Hini bæði settu kós ímóti Athen og Wien, men sum skilst broyttu tey seinni kós og fóru eisini til Kairo.
Libyska sendistovan í Kairo hevur sambært Al-Jazeera boðað frá teimum egyptisku myndugleikunum frá, at sendimaðurin kemur við einum serligum boðum frá Gaddafi.