Gaddafi vrakar uppskot um vápnahvíld

Libyska stjórnin sigur, at stjórnarherurin fer ikki at taka seg úr fleiri býum, soleiðis sum andstøðan hevur sett sum treyt fyri einari vápnahvíld. -Teir siga, at vit skulu taka okkum úr okkara egnu býum. Um hetta ikki er ørvitistos, so veit eg ikki, hvat tað er. Vit fara ikki úr okkara egnu býum, sigur stjórnartalsmaðurin Mussa Ibrahim.

Hann leggur afturat, at átta fólk, teirra millum seks sivilfólk, doyðu, tá útlendsk flogfør bumbaðu bygdina Bouargou, sum er tætt við býin Brega.

Fyrrapartin í dag kunngjørdi andstøðan, at hon var sinnað at góðtaka eina avtalu um vápnahvíld, um Gaddafi tók sínar hermenn úr fleiri býum afturfyri, og um myndugleikarnir vildu loyva friðarligum mótmælistiltøkum ímóti stýrinum í Tripoli. Men tað tilboðið hevur Gaddafi-stjórin nú vrakað.