Gadus kom úr Barentshavinum við 750 tonsum, sum verða løgd upp í Norðhavnini. Gadus legði at beint fyri klokkan 16 í dag.
Um 700 tons eru av flaki og góð 50 tons er skráskorin toskur.
Hetta hevur verið ein góður túrur, sum er undir tveir mánaðir, og teir hava eisini verið inni við maskinskaða.
Ólavur Biskupstøð hevur verið skipari henda túrin. Væntandi fer Gadus avstaðaftur í vikuni og verður Brandur Joensen skipari tann túrin - Teir eiga eftir til ein túr afturat í Barentshavinum.
Tekstur og mynd: Dávur Winther