Galla fyri triðju ferð

Triðja árið á rað skipaði hondbóltsfelagið í Hoyvík fyri gallaveitslu fyri tey 17 ára gomlu, har tey bestu í kappingarárinum blivu heiðrað – akkurát sum hjá teimum vaksnu

Leygarkvøldið var aulan í Hoydølum karmur um eina gallaveitslu fyri tey ungu, sum H71 skipaði fyri, triðja árið á rað. Umboð fyri Hondbóltssambandið bar teimum ungu eina heilsan, Jens Marni sang fyri teimum, DJ Bøkkur syrgdi fyri góðum dansirútmum – og so var nógv gjørt burturúr ímóti endanum á borðhaldinum, tá ársins bestu spælarar blivu heiðraðir.
Veitslan, sum er fyri gentur og dreingir 17 ár, er fyriskipað sum eitt rúsfrítt tilboð, ið somuleiðis treytar, at hvørt liðið hevur onkran vaksnan við sær. Harumframt hevur H71 sjálvt eina rúgvu av fólki, sum hjálpir til á ymsan hátt, so karmarnir um veitsluna og tiltakið eru góðir og ábyrgdarfullir.

Ikki øll vóru við
Fyrsta árið vóru øll feløgini við, uttan eitt, og annað árið var uppmøtingin eisini heilt góð. Men hesa ferð vóru fleiri feløg ikki við, og í fleiri førum, tá nomineringarnar til tær ymsu heiðurslønirnar vórðu lisnar upp, vórðu nevndir spælarar úr feløgum, ið ikki vóru til staðar.
– Tað er spell, at øll feløgini ikki eru umboðað, tí vit leggja stóran dent á, at henda gallaveitslan skal vera fyri øll. Onkur av teimum feløgunum, sum ikki vóru við hesa ferð, høvdu enntá víst áhuga frammanundan, men komu ikki við kortini. Tað harmast vit um, tí vit vildu sjálvandi ynskt, at hetta var ein savnandi veitsla, har øll feløgini vóru við, sigur Sunneva Jakobsen, formaður í H71.
– Nú kenni eg ikki orsøkirnar til, at ikki øll feløgini møta upp, men eg eri eitt sindur bangin fyri, at tað er hjá teimum vaksnu, at tað haltar. Og er tað veruliga soleiðis, at eingin vaksin kann ella tímir at koma við til veitsluna við teimum ungu spælarunum í felagnum, er tað stórt spell, tí vit bæði síggja og hoyra, hvussu glað tey ungu eru fyri hetta kvøldið.

Galla motiverar
Sunneva Jakobsen heldur, at tað er synd fyri ungu spælararnar, um hetta skal vera orsøk til, at teir ikki kunnu sleppa at njóta eitt sovorðið kvøld saman við spælarum úr øllum landinum, tí júst henda veitslan kann motivera tey ungu at gera sítt besta í kappingini, tí tað kann løna seg við einari nominering ella kanska enntá einum steypi.
– Hesa ferð vóru fleiri av teimum, sum ikki vóru til staðar, nominerað í fleiri av greinunum, men har var altso eingin at rópa og klappa serliga fyri teimum, og ei heldur fingu tey lønt hinum tað positivt aftur við at atkvøða fyri teimum. Tað eru jú bara feløgini, sum koma á sjálva veitsluna, ið sleppa at atkvøða um, hvørji eru tey bestu í hesum og hasum, sigur H71-formaðurin.
– Vónandi verður uppmøtingin bæði betri og breiðari næstu ferð, tí vit í H71 ætla okkum at halda fram, so ein gallaveitsla fyri tey ungu verður aftur, tá næsta kappingarár er av. Hetta er eitt tiltak, sum vit nú hava havt tríggjar ferðir, og hvørja ferð hevur tað spælt so væl av, at vit nú tora at siga, at hetta er blivið eitt afturvendandi tiltak.