Seinasta veljarakanningin fyri løgtingsvalið, sum Gallup gjørdi fyri Sosialin, og sum varð kunngjørd í blaðnum fríggjadagin, rakti plett. Kanningin vísti, at Sambandsflokkurin fór at verða størstur við 24,6 prosentum. Hann fekk 24,7. Kanningin segði eisini, at Fólkaflokkurin fór at verða næststørstur við 23 prosentum, hann fekk 22,5.
Kanningin segði eisini, at Tjóðveldisflokkurin fór at ganga nógv aftur og fáa 18,4 prosent. Hann fekk 18,3.
Tingmannabýtið sambært kanningini passaði eisini hjá øllum flokkum.
Men tað sum størsti áhugi hevur verið fyri, eru andlitini, sum kanningin setti á tingfólkini. Eitt nú vísti kanningin, at Javnaðarflokkurin fór at fáa fimm nýggj tingfólk av seks, og at Gerhard Lognberg fór at verða tann einasti, sum varð afturvaldur. Tað passaði eisini.
Av teimum 33, sum Sosialurin hevði á forsíðuni fríggjadagin, vóru 28 vald á ting í gjár.
Sosialurin kunngjørdi eisini eina slíka kanning fyri løgtingsvalið í 2008, sum Fynd hevði gjørt. Hon passaði eisini væl, so væl, at 30 av 33 komu á ting.