Gallup sendir Annu víðari

Gallup í Danmark hevur gjørt ein kanning av, hvørjum danir atkvøddu fyri í X Factor fríggjakvøldið, og Gallup kemur til heilt annað úrslit enn DR. Ivi er sáddur um, hvør allar sms-atkvøðurnar, sum verða sendar til X Factor kappingina, koma fram í nóg góðari tíð, áðrenn sendingin endar.

 

Tí hevur blaðið BT biðið Gallup gera ein spurnarkanning millum danir fyri at vita, hvat úrslit Gallup kemur til av X Factor atkvøðugreiðsluni farna fríggjakvøld.

 

Og sambært Gallup átti Anna Nygaard als ikki at komið í vanda tað kvøldið.

 

Gallup hevur spurt yvir 1000 danir, hvønn tey atkvøddu fyri fríggjakvøldið, og úrslitið er, at Anna og Thomas fingu flestar atkvøður.

 

Tí átti Anna Nygaard ikki at verið komin í vanda, men skuldi komið beinleiðis víðari.

 

Danmarks Radio hevur fleiri ferðir víst aftur, at nakað er galið við sms-atkvøðugreiðslunum í X Factor.