Gamal dreymur vorðin veruleiki

Oddbjørn Joensen ásannar, at fyrstu vikuna verður tað mest við orðum, at hann hevur møguleika at ávirka spælararnar í gamla felagnum hjá venjaranum

KÍ VENJARIN

Fram til og við 1987 var hann evnaríkur miðvallarspælari í Klaksvík, har hann er føddur og uppvaksin. Síðani hevur hann búð í høvuðsstaðnum. Hann hevur fyri tað mesta spælt og verið hjálparvenjari í HB. Fyrst í níti árunum vandi hann LÍF í 1. deild,og í 1997 hevði hann í tveir mánaðir ábyrgdina av besta HB liðnum.
Nú er hann vorðin venjari í Klaksvík. Hann sigur seg harmast um mátan, sum hann hevur fingið ábyrgdina uppá.
- Tað er ongantíð hugaligt at gerast venjari á henda hátt. Men eg fekk hetta bjóða, og eg tók av. Satt at siga so er tað gamalur dreymur at sleppa at venja KÍ, og eg veit ikki, nær møguleikin hevði komið aftur, ella um hann yvirhøvur hevði komið aftur.
Hvussu ætlar tú at ávirka liðið?
- Í fyrstu atløgu verður tað mest við orðum. Skráin er hørð. Vit spældu sunnudagin á Tvøroyri, mikudagin skulu vit spæla á heimavøllil móti EB/Streymi, og mánadagin skulu vit spæla í Fuglafirði. Eg havi broytt skipanina frá 4-4-2 og til 4-3-3. Tað eru ikki stundir til nógvar venjingar. Eg havi sagt við spælararnar, at eg vil hava, at teir sleppa nervunum, og at teir royna at halda upp á bóltin. Eg haldi, at KÍ er nóg gott lið til at vera bólthaldandi.
Hvat eru framtíðar ætlanirnar?
Tað er týdningarmikið at spæligleðin er til staðar. Á Tvøroyri vístu allir rætta hugburðin, og tað er gott at byggja á. Men tað skal stríðast nógv, og eg vóni, at vit fara at koma væl undan hesi næstu vikuni.

Meiri fólk
Oddbjørn Joensen heldur, at tað eru ov fáir spælarar í KÍ hópinum. Hann sigur, at hetta skal ikki skiljast soleiðis, at hann ikki er nøgdur við teir, sum eru tøkir, men hann vildi havt einar tríggar afturat.
- Eg vil hava størri kapping um plássini. Tað havi eg sagt við leiðsluna, og vit arbeiða við onkrum møguleikum at fáa spælarar. Men tað er torført hesa tíðina av árinum.
Hvat fyri spælarar vilt tú hava?
- Sum sagt so eri eg nøgdur við teir, sum vit hava. Men eg hevði einki havt ímóti at fingið ein afturat í hvørjari ketuni, sigur nýggi KÍ venjarin, sum er sera spentur upp á uppgávuna.