Danski presturin skrivaði hesar prædikurnar fyri júst 30 árum síðani, meðan hann virkaði á oynni Fur í Límfjørðinum. Tær eru til fyrru tekstarøð og eru týddar yvir eitt ávíst tíðarskeið.
Gunnar Reynslág av Argjum hevur týtt teir til føroyskt. Júst hetta við lestrum er ikki nýkomin áhugi hjá honum.
Áhugan fyri lestrum fekk Gunnar í heiminum hjá verforeldrum hansara.
- Her varð lestur lisin hvønn sunnumorgun og hvønn halgimorgun. Og hetta gav mær íblástur at kanna, hvat var av lestrarbókum, sigur Gunnar Reynslág í fororðinum.
Áheitan og stuðul
Tá hann seinni gjørdist deknur við Argja kirkju hugaði hann nógv um at fáa onkrar lestrar aftrat at lesa, tá prestur ikki var til gudstænastuna.
Hann staðfesti, at tað fanst nógv gott tilfari, hóast tað ikki var so nógv. Hann umsetti tá og las onkrar av hesum lestrum við onkrar av deknagudstænastunum.
Eftir at hava verið deknur í nøkur, kendi hann av álvara ein tørv á at fáa nýggjar lestrar til vega, soleiðis at teir kundu gerast fjølbroyttari.
- Hetta byrjaði í 1999 við einstøkum umsetingum, sum eg brúkti einstakar ferðir. Nakað eftir hetta bæði heitti og stuðlaði trúboðarin, Johannes Mortensen mær til at umseta alla lestrarbókina hjá Flemmingi.
- Tað álit takki eg honum fyri, sigur Gunnar í fororðinum, nú henda bókin við lestrum til fyrru tekstarøð í kirkjuárinum er komin út.
Heimamissiónsforlagið í Nesvík gevur út bókina, sum kostar smáar 400 kr. í handlunum kring landið.