Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

Hetta er eftir at trý varafólk góvu Løgtinginum avboð

Nú er Rósa Samuelsen, fyrrverandi løgtingskvinna og fyrrverandi landsstýrikvinna, aftur á Løgtingi.

 

Men tað verður bara í nakrar dagar.  Hetta hendir eftir at tingkvinnan, Eyðdis Hartmann Niclasen hevur biðið Løgtingið um farloyvi í nakrar dagar.

 

 Fyrsti varalimur hjá henni er Jaspur Langgaard, men tað lá ikki fyri hjá honum at møta. Næstur í røðini er Frimodt Rasmussen, men hann gav eisini avboð.

 

Triði varalimur er Edva Jacobsen, men heldur ikki hjá henni bar til at møta á Løgtingi.

 

Og sostatt er tað Rósa Samuelsen, sum nú aftur tekur sæti á Løgtingi restina av hesum mánaðinum. Hon er royndur polirikari og hevur verið bæði løgtingskvinna og landsstýriskvinna.