Aalborg Taffel Akvavit hevur eina heilt serliga støðu í Føroyum, tá ið tað kemur brennivín, og uppgerð, sum Rúsan hevur gjørt til Sosialin nú um vikuskiftið, vísur, at í summar hevur Aalborg Taffel Akvavit aftur verið mest selda brennivínið í Rúsuni.
Aalborg Taffel Akvavit var fyrstu ferð selt í 1864, og sagt verður, at drykkurin enn verður gjørdur eftir upprunaligu uppskriftini. Tað er De Danske Spritfabrikker, sum framleiða Aalborg Taffel Akvavit, og framleiðslan verður gjørd á havnalagnum í Aalborg. Tað er tó franska felagið Pernod Ricard, sum eigur De Danske Spritfabrikker.
Uppgerðin frá Rúsuni vísur eisini, at fleiri Vodka-sløg hava selt væl í summar. Eitt av hesum sløgum er Drakkar, sum verður framleitt av føroyskari fyritøku.
Mest seldu brennivínssløg í Rúsuni í juni-juli-august:
1. Aalborg Taffel Akvavit, 70 cl
2. Smirnoff Vodka 37,5%, 70 cl
3. Commander Vodka, 70 cl
4. Drakkar Vodka, 70 cl
5. Baze Premium Vodka, 70 cl.