Gamal og royndur á økinum

ELSTUR Á HÁLSI Tað eru mong ið kennast við fyritøkuna Guttesen & Staksberg, sum hevur luttikið í mongum ymiskum arbeiðum kring landið tey seinastu nógvu árini. Talan er bæði um størri og smærri verkætlanir. - Vit hava altíð roynt at laga okkara virksemi til tørvin. Tí hava vit yvirlivað líka til dagin í dag, sigur Hans Jákup Staksberg, stjóri.

Havn: Hóast arbeiðsfólk hjá stóru byggifyritøkuni hava gjørt arbeiðir kring alt landið, hevur skrivstovan altíð verið í Havn. Fyrstu árini á ovastu hædd í Perluni niðri í Vágsbotni, síðani á Hoyvíksvegi og nú á Smyrilsvegi.
Skrivstovan sjálv sær ikki út av so nógvum. Visti onkur ikki betri, kundi viðkomandi eins væl hildið, at her var talan um eini sethús her á Smyrilsvegi 3.
Umgyrt av handilsbygningum hevur fyritøkan Guttesen & Staksberg, sum byrjaði virksemið sítt í 1970, høvuðssætið sítt.
Tá fyritøkan stovnaði eitt dótturfelag sum bygdi ein virkisbygning, var talan um eitt nýbrot, bæði so og so. Ætlanin var í fyrsta umfari at fara undir nýggja framleiðslu, men meiri enn tað.
Fyritøkuni tørvaðist góð og stór høli, har hetta endamálið kundi verða framt í verki. Og soleiðis endaði við - ella byrjaði tað við - at virkisbygningurin á Smyrilsvegi 1 varð bygdur. Sum tann fyrsti í økinum.

Vesturbú
Fyri góðum 30 árum síðani var hetta økið munandi berari enn nú. Tað var ikki nógv sum sást til virksemið, sum er har í dag.
Tað vóru kortini tær fyritøkurnar sum høvdu sett økið á Hálsi sum ein part av framtíðarætlanum teirra. Millum hesar var fyritøkan sum í dag kallast Guttesen & Staksberg.
Ætlanin teirra var at bróta upp úr nýggjum, við at fara undir framleiðslu av føroyskum sniðhúsum. Teir stovnaðu fyritøkuna Vesturbú, hvørs navn segði frá bæði endamáli og staðseting.
- Meiningin var nevniliga, at vit skuldu byggja eitt verkstað í Sandavági, har vit skuldu byggja hesi húsini, greiðir Hans Jákup Staksberg frá.
- Men henda ætlanin varð kortini ongatíð framd í verki.
Tað var kanska meiri um tilvild, at teir ístaðin avgjørdu at byggja eitt framleiðsluvirki í Havn.

Lýsing
Ein dagin í seinnu helvt av 70’unum komu teir fram á eina lýsing í Dimmalætting, har eitt grundøki á vegamótinum Tjaldursvegur og Hoyvíksvegur var til sølu.
- Hetta økið vakti beinanvegin okkara áhuga. Og eg fór tí oman í býráðið at tosa nærri við teir um hetta økið. Vit fóru ikki at keypa tað í óðum verkum, greiðir Hans Jákup frá.
Ynskið teirra var at vita, um hetta einstaka grundøkið og ætlan teirra við tí, var í tráð við framtíðarætlanirnar hjá kommununi við økinum sum tá var útlagt sum atvinnuøki.
Nakað seinni var ætlanin í Sandavági slept, samstundis sum teir gjørdu eitt makaskifti við kommununa um eitt størri øki. Og soleiðis var grundarlagið lagt undir virksemið í tí sum gjørdist dótturfelag teirra, - Byggimiðstøðin á Hálsi.
- Her fingu vit eisini sera góðar umstøður til at framleiða tey føroysku sniðhúsini, samstundis sum vit høvdu entreprenør-arbeiðir ymsastaðni, vísir Hans Jákup á.
Um hetta mundið var Smyrilsvegurin ikki til, men tá virksemið kom í gongd, varð vegurin gjørdur, og Byggimiðstøðin fekk húsanummar 1 á vegnum.

80 fólk
Tað sum ger hesa søguna áhugaverda er, at um hetta mundið var einki bygt her á Hálsi.
Teir hjá Guttesen & Staksberg átóku sær at gera Hoyvíksvegin longur niðan, framvið barnaheiminum hjá Torkil Johannesen, sum verður umrøddur í aðrari grein í blaðnum.
Tað var eisini júst hetta við entreprenør-arbeiðinum sum so líðandi kom at taka yvir virksemið hjá teimum. Og í 1984 varð tann stóri bygningurin seldur, og kom seinni at húsa ymiskum grunnum og seinni eisini Rúsdrekkasølu Landsins.
Áðrenn flutt var út í 1985, høvdu teir latið umsitingarbygningin á Smyrilsvegi 3 byggja, og í dag er hann karmur um virksemið hjá Guttesen & Staksberg.
- Ja, nógv er broytt hesi árini, sigur Hans Jákup. - Vit kundu hava upp í 80 fólk til arbeiðis um summarið og eini 60 um veturin, umframt tey sum starvaðust hjá dótturfelagnum, tá mest var at gera.
- Í dag eru vit vanliga eini 20 fólk í fyritøkuni. Og nú er ein stórur partur av okkara arbeiði at byggja og selja íbúðir og raðhús. Nei, tað er ikki tað sama.




Íbúðir og raðhús í Hoyvík
Eitt av virkisøkinum hjá fyritøkuni í dag er bygging og søla av raðhúsum og íbúðum í Maritugøtu í Hoyvík.
Íbúðirnar eru um 78 fermetrar til støddar, og liggja tætt við skúla, dagstovn, spælipláss, fótbóltsvøll og komandi handilsgøtu.
Íbúðirnar eru rúmligar og hava breiðar hurðar uttan gáttir, og eru tí egnaðar til eldri og rørslutarnað.
Raðhúsini eru í tveimum hæddum, har hvør hæddin eru 57 fermetrar til støddar. Afturat hesum er eisini ovastaloft og úthús.
Á sólsíðuni er flísaløgd terassa við útsýni yvir Nólsoyafjørð og garður bygdur móti óbygdum fríøki. Á síðuni móti vegnum, er privat parkeringspláss, umframt felags parkeringpláss nærhendis.
Økið, sum raðhúsini verða bygd á, er partur av størri byggiætlan, sum umframt bústaðir fevnir um m.a. felags fríøki, felags parkeringspláss og býlingshús.